Vælkomin til sjóvinnulæknan

Kjarnutænastan hjá sjóvinnulæknanum er at skriva heilsuváttanir til arbeiðsfólk á ella í sjónum. Í hesum størvum er týdningarmikið at hava góða heilsu. Bæði tí, at arbeiði kann seta stór krøv til heilsuna, men eisini tí tað kann verða langur vegur til hjálp. Tí eru tað sett nøkur heilsukrøv, sum skula verða møtt, áðrenn man kann fáa eina heilsuváttan.

Kanningin og metingin verða framdar við nærlagni og til lítar. Um tað eru viðurskifti, sum gera, at man ikki lýkur krøvini til at arbeiða á ella í sjónum, so vil eg fegin royna at fáa tað í rættlag. Antin við at vísa á hvussu man kann bøta um heilsustøðuna, ella við at ráðgeva um fyrilit mann kann taka, so tað hóast alt ber til at fáa heilsuváttan.

Eg leggi meg eftir at verða tøk og kunna skriva heilsuváttanir við stuttum skotbráð, og um tørvur er á tí, so eisini um kvøldið ella í vikuskiftinum. Tað er tó best, um tað ikki er allar síðstu løtu, tí onkrar heilsuváttanir krevja nærri kanning, t.d. røntgen á sjúkrahúsinum.

Burtursæð frá blóðroyndum og røntgen eru øll míni tól flytfør. Um tað er tørvur á fleiri heilsuváttanum í senn, so er møguleiki fyri, at eg komi út á staðið at gera tær, t.d. á eitt skip við kei. Um áhugi er fyri hesum, setið tykkum so í samband við meg.


Um meg

Útlærdur lækni av Fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn í 2012. Í 2019 bleiv eg serlækni í almen medicin.

Eftir lokna útbúgvning havi eg starvast á Landsjúkrahúsinum, Hvidovre hospital, umframt at eg havi arbeitt nógv sum kommunulækni.

Fyri at fáa førleikar at skriva heilsuváttanir havi eg verið á ymsum skeiðum.

  • 2013: Skeið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, føroyskur sjóvinnulækni
  • 2016: Grunnkurs i dykkemedisin á Haakånsvern, Forsvarets Sanitet
  • 2017: Basic course for petroleum doctor, Norwegian Centre of Maritime Medicine, Department of Occupational Medicine, Haukeland University Hospital 
  • 2017: Basic course for seafarers doctor, Norwegian Centre of Maritime and Diving Medicine, Department of Occupational Medicine, Haukeland University Hospital 
  • 2017: Diving Medicine In-depth Course "Lungs in the abyss", Scott Haldane Foundation, Netherlands
  • 2018: Operational Diving Medicine, Stellenbosch University, South Africa
  • 2019: Resertifiseringskurs for dykkerlegerm Norwegian Centre of Maritime Medicine, Department of Occupational Medicine, Haukeland University Hospital 

Umframt hesi skeið, sum beinleiðis er tengd at sjóvinnumedicin, so haldi eg meg uppdateraða á øðrum økjum eisini.


Limaskapur

Síðan 2013: Dansk Selskab for Almen Medicin
Síðan 2017: European Underwater and Baromedical Society
Síðan 2017: Dansk selskab for Maritim Medicin

Góðkenningar

  • Kommunulækni 2019
    Útlærdur lækni 2012
    Autorisations ID (DK/FO): 098DF
    HPR-nummer (NO): 10035074
  • Føroyskur sjóvinnulækni síðan 2013 Góðkenningarnr. 94
  • Føroyskur vinnukavaralækni síðan 2015
  • Norskur petroleumslækni síðan 2017. Góðkend til 02.05.2022
  • Norskur vinnukavaralækni síðan 2017. Góðkend til 28.04.2020