Heilsuváttan til offshore arbeiði

Fyri at sleppa at arbeiða á einum plattformi á norska kontinent sokklinum krevst ein heilsuváttan. Heilsuváttan kann bert skrivast av góðkendum petroleumslækna.

Kravið um heilsukanning kemst av, at tað til tíðir kann vera sera krevjandi at arbeiða offshore. Umframt at tað er krevjandi arbeiði, so kann tað vera langur vegur til hjálp, um mann gerst sjúkur.

Heilsukanningin skal taka hædd fyri heilsuni hjá tí einkulta, arbeiðsøkinum offshore og meta um sannlíkindini fyri at tað gerst ein trupulleiki.

Onkrar sjúkur kunna gera, at mann er óskikkaður í eina tíð, men síðani kann mann aftur fara offshore. Um heilsukrøvini ikki eru møtt, so kann man søkja um undantaksloyvi frá Fylkesmannen i Rogaland.

Ein heilsukanning til arbeiði offshore kann innibera:

  • Hædd og vekt
  • Blóðprosent
  • Landroynd
  • Sjón
  • Hoyrn
  • Kropsliga kanning
  • o.a.

Hvussu umfatandi kanningin er, veldst um sjúkrasøguna hjá tí einkulta. Um tað koma viðurskifti fram í kanningini, sum gera at nærri royndir muga gerast, so verða tær bílagdar og heilsuváttanin kann skrivast, tá svarið er tøkt.

Títtleiki av kanning

Ein petroleumsattest er galdandi í mesta lagi í 2 ár. Tað kunna tó vera viðurskifti, sum gera at man velur eina styttri gildistíð. Hetta veldst um, hvat heilsukanningin vísir.

Hvar kann eg arbeiða við heilsuváttan frá Sjóvinnulæknanum?

Eg eri góðkendur petroleumslækni í Norra. Tað er ein avtala millum Stóra Bretland, Norra og Holland, um at tey góðtaka heilsuváttanir hjá hvørjum øðrum.

Um tú skal arbeiða aðrastaðni, so er tað tín ábyrgd at kanna, um ein norsk petroleumsattest verður góðtikin.

MINST TIL AT HAVA VIÐ

  • Landroynd
  • Samleikaprógv (t.d. pass ella koyrikort)
  • Eginváttan (skal IKKI undirskrivast, fyrr enn tú ert til kanning)
  • Evt. brillur ella linsur og linsuvætu (um man brúkar tað)
  • Evt. gamla heilsuváttan (um man skal endurnýggja heilsuváttanina)

SKJØL AT UTFÝLLA

PRÍSUR

  • Petroleumsattest: 1.300 kr

GÓÐKENNING

Góðkenning galdandi til 02.07.2027